Abcik72iteiblcwvhwly

Kenslulig tilvitan

Tekna teg her!

Skeið í kensluligari tilvitan

12 ferð komandi 4 mánaðirnar



Eg brúki førleika stigan, sum grundleggjandi amboð, tá eg arbeiðið við kensluligari tilvitan. Førleika stigin verður vanliga brúktur innan fakliga menning, men haldi eg at førleika stigin uttan hóvasták eisini kann brúkast, tá arbeitt verður við persónligar menning og í hesum førum við kensluligari tilvitan.

Fyrsta stigi í førleika stiganum er at vera ótilvitað/ur og hava vantandi førleikar. Annað stigi er at vera tilvitað/ur og hava vantandi førleikar. Triðja stigi er at vera tilvitað/ur og hava førleikar. Fjórða stigi er at vera ótilvitað/ur og hava førleikar.

Um vit taka eitt einkult dømi, so kunnu vit hyggja at barninum tá tað, sum tvey ára gamalt letur seg í klæðir. Tað er tilvitað um at lata seg í, men vantar førleika at gera hetta. Barnið lærur at lata seg í og er enn tilvitað um at tað ger tað, og hevur nú førleikarnar at gera tað. Stutt eftir er barnið ótilvitað um at lata seg og ger tað bara.

Endamálið við skeiðinum er at tú kanst gerast tilvitað/ur um kenslur tínar og rættning tín í lívinum. Og at geva tær tey amboð, ið tær vantar, at gera tær broytingar, sum tú ynskir.

Skeiði er býtt sundur í fýra modul og fevnir um niðanfyri standandi evnir. Hvørt modul byrjar við einum evni, ið hjálpir tær at gerast meira tilvitað/ur. Síðan eru næstu tvey evnini í modulinum, amboð, ið geva tær teir førleikar tær vantar.

Eg gjøgnum gangi hvørt evni og greiði frá hvat hetta er og hví tað er umráðandi at vera tilvitað/ur um, tá arbeitt verður við kensluligari tilvitan.

Tú lærur, hvussu tú skal arbeiða við evninum og tú fær høvið at royna teg saman við mær og hinum luttakarunum, áðrenn tú skal arbeiða sjálv/ur við evninum til næstu ferð.


Modul 1: Tørvur

1. Tørvur okkara (20. januar)

  • Grundleggjandi kenslu tørvur okkara, fyllir okkum við orku og gleði, tá hann verður møttur. Um tørvur okkara ikki er í javnvág, tømir hettar okkum fyri orku.

2. Søgur og virðir (27. januar)

  • Um tú kennir søgur tínar og virðir tíni, gerst lættari hjá tær at halda ynsktu kós tína í lívinum.

3. Gerandisvenjing og neyðarætlan (3. februar)

  • Um tú veruliga ynskir at gera broytingar, er umráðandi at venja hvønn dag. Umráðandi er eisini at hava eina neyðarætlan til tá tú dettur útí aftur.

Modul 2: Grundilska

4. Grundilska okkara (17. februar)

Grundilska okkara eru djúp mynstur, sum vit ikki kunnu gerast frí av. Vit eru lagaði til av hesum mynstrum og er talan hjá teimum flestu, um ókend mynstur.

5. Atburður okkara (24. februar)

Vit gera og kenna tað sama umaftur og umaftur, tí atburður okkara er bundin at einum grundleggjandi tanka, sum vit eru ótilvitað um.

6. Midfullness (2. mars)

At brúka mindfullness, tá arbeitt verður við at gerast kensluliga tilvitað/ur

Modul 3: Kenslur

7. Grundleggjandi kenslur (16. mars)

Tær 9 grundleggjandi kenslurnar.

8. Álit (23. mars)

Um at hava álit á sær sjálvum og øðrum

9. 100% ábyrgd (30. mars)

Fyri at kunna eydnast er umráðandi at taka ábyrgd - 100% ábyrgd fyri sær sjálvum.

Modul 4: Mørk okkara

10. Glas loftið (13. apríl)

Okkara egnu ovaru mark, ið ávirka hvussu langt vit kunnu røkka.

11. Sona okkara fyri genialitet (20. apríl)

Har vit standa sterkast og megna best

12. Kenslu kort (27. apríl)

At brúka kenslur sína at finna fóta festi og vita hvat er næsta feti á leiðini.


Fyrst partur av fyrsta moduli liggur klárur.

Vit hittast aftur online mánadagin 27. januar 2020 kl. 20.

Vit hittast 1 tíma hvørja ferð. Hvørja ferð mánadag og hvørja ferð kl. 20.


Your Instructor


Siri Tórgarð
Siri Tórgarð

Í nógv ári havi eg arbeitt við kensluligari sjálvstilvitan og havi eg hjálpt nógvum, at kenna seg betur og at finna sín máta at vera í lívinum. Mín drívmegi er ynski um at hjálp tær og øðrum at finna fóta festi, soleiðis at tú kanst vera tann besta útgávan av tær sjálvari/um.

Lívið er nú, tí skal tað livast fult út. Einasti máti at gera hetta, er at taka 100% ábyrgd fyri hvussu tú ynskir at títt lív skal livast.


Course Curriculum


  Modul 1 - Tørvur
Available in days
days after you enroll
  Modul 1, partur 1 - Tørvur Okkara
Available in days
days after you enroll
  Modul 1, partur 2 - Søgur og virðir
Available in days
days after you enroll
  Modul 2, partur 1 - Grundilskur okkara
Available in days
days after you enroll
  Modul 2, partur 2 - Atburður okkara
Available in days
days after you enroll

Frequently Asked Questions


Nær byrjar skeiðið og nær endar tað?
Skeiðið byrjar 20. januar 2020 kl. 20. Og endar 27. apríl 2020 kl. 21.
Um eg ikki fái luttikið, hvat so?
Um tú ikki hevur møguleika at luttaka, ber til hjá tær á síggja live upptøkuna aftaná. Hon verður klár at síggja dagin eftir.
Um mær ikki dámar skeiðið?
Um tær ikki dámar skeiðið, set teg í samband við okkum innan 30 dagar, so fær tú pengarnar aftur.

Get started now!